Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tiltøk

SMS: Nú verður aftur gjørligt at uppliva tykisheimin, ella Virtual Reality, í SMS. Hvønn dag í komandi viku millum kl.14 og 18 kanst tú ferðast inn í annan heim, púra ókeypis. 

Við serstøkum brillum ber til at ferðast inn í ein heim, ið gevur eina kenslu av, at tú í veruleikanum ert á staðnum, tú sært. Tú kanst hyggja rundan um teg í 360 stigum og fáa allar vinklar og smálutir við. Fólk í øllum aldri kunnu royna brillurnar og sleppa at standa á havsins botnið, ganga á háhúsum, skjóta dinosaurar og mangt annað. 

Tykisheimurin verður at finna uttanfyri Power í SMS í døgunum 24.-29. juni kl.14-18.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo