At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Vinna

Mynd: Natalia á Smið

VP vísti eina mynd av sera myrkum royki frá Sundsverkinum, og var myndin tikin fríggjadagin.

Nú hevur SEV sent VP eina frágreiðing, har sagt verður, at í seinastuni er óvanliga myrkur roykur komin úr skorsteinunum á Sundsverkinum.

- Talan hevur verið um typt grovfiltur í turboløðarunum í teimum tveimum elstu motorunum á verkinum.

- Neyðugt hevur verið at reinsað filtrini væl oftari enn vanligt, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðslu á SEV.

- Nærri kanningar vísa, at orsøkin til typtu filtrini er, at góðskan á seinastu oljuveiting var óvanlig. Tað er ein last av tungolju, sum varð skipað upp á Sundi og í Vági um miðjan juni, sum hevur verið orsøkin.

- Sundsverkið hevur nú fingið nýggja veiting av olju.

- Vanliga reinsa vit filtrini árliga og tá alarmur tilsigur hetta, men seinastu tíðina hava okkara fólk verið noydd til at reinsa filtrini javnan, fleiri ferðir um vikuna, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðslu á SEV.

- Oljan er isolerað, og vit eru í konstruktivum samstarvi við veitaran um afturtøku, legur hann afturat.

Les eisini:

Verður hetta dagliga útsýnið hjá hesum børnunum?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo