Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Krutl

BirkBloggur: - Angin í føroysku luftini er so hugtakandi, at eg kann smakka tað grønað grasið, sum týðuliga er í luftini, sigur ein hugtikin Ute Wieland, og nevnir bleyta ljósið, og skýggini undir bláa himmalinum.

- Og so eru tað fólkini, vit hava møtt, sum eru so løtt at koma í samband við. Hvønn dag hava vit møtt spennandi fólki, fiskimonnum, sum hava verið við Labrador, ein grønlendingur, sum gjørdi okkum fiskasúpan og so útlendskir tónleikarar, sum vitja her.

Ute Wieland (f.1957) er týskur filmsleikstjóri, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Síðan týsdagin hava hon og maðurin, Frank Polosek, ið er framleiðsluleiðari, tá hon ger film, koyrt við bili í oyggjunum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo