Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

Á middegi hósdagin spældi føroyska U15-landsliðið við gentum fyrsta dystin í Baltic Cup 2019. Mótstøðuliðið var Litava, og úrslitið gjørdist javnleikur 2-2. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 1-1.

Jóhanna F. Sørensen javnaði beint fyri steðgin, og tá góðir níggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki legði Marita Magnadóttir Føroyar á odda. Men tá 12 minuttir vóru eftir at spæla, javnaði Litava til endaligu støðuna 2-2.

- Okkara gentur vóru sera raskar allan dystin. Vit høvdu bóltin nakað meir enn hinar, og komu eisini til fleiri málroyndir. Sum fyrireiking til kappingina hava vit eisini vant nógv við, at vit skulu royna at halda upp á bóltin, og tað eydnaðist væl. So eg eri væl nøgdur, sigur venjarin, Pauli Poulsen, við heimasíðuna hjá FSF.

Næsti dystur í kappingini verður í morgin (fríggjadagin), tá føroyska liðið skal spæla móti Estlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo