Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

- Eg eri nøgdur við innsatsin hjá okkara spælarum. Teir arbeiddu allir samlir sera væl fyri hvørjum øðrum, men vit mugu bara viðganga, at Luksemborg var betra liðið, sigur Jan Mølvad Laursen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.

Luksemborg var ein ov stórur biti fyri føroysku U15-dreingirnar, sum í hesum døgum taka lut í UEFA menningarkapping í Írlandi. Fyrsti dystur var ímóti Luksemborg, sum í steðginum var á odda við einum, og tá avtornaði stóð 4-0 á máltalvuni.

- Sjálvt um vit taptu, so lærdu vit nakað í hesum dytinum. Millum annað skulu okkara dreingir venja seg við, at leikferðin er nakað hægri á hesum støðinum. Og tað ræður um at vera klárur alla tíðina, ella verður man revsaður beinanvegin, sigur Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt vertslandið Írland, er Lettland eisini við í kappingini, og tá hesi bæði londini dystaðust, gjørdist úrslitið 3-0 til Írland.

Leygardagin spæla Írland og Føroyar, og Lettland og Luksemborg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo