Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Fyrr í hesum mánaðinum vann norska A-landsliðið við kvinnum stórsigur á Tórsvølli, tá tær vunnu 13-0 ímóti Føroyum.

Og hósdagin vóru so norsku U17-genturnar á vitjan, og heldur ikki tær lótu nakran iva verða um, at tær vildu vinna stórt – og soleiðis bleiv eisini.

Úrslitið hesaferð gjørdist 12-0 til Norra, sum var á odda 6-0 í hálvleikinum.

Fyrr um dagin spældu Aserbadjan og Slovenia fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum verður spæld í Føroyum í hesum døgum. Slovensku genturnar vóru munandi betri, og vunnu til endans 6-0.

Annað umfar í kappingini verður spælt sunnudagin. Klokkan 13:00 fara Aserbadjan og Norra á vøllin, og klokkan 17:30 møtast Føroyar og Slovenia.

Báðir dystirnir vera á Tórsvølli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo