Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Føroyska U17 landsliðið hjá gentum: Hanna Iansdóttir Biskopstø, Sofía Weihe Simonsen, Sára Vatnhamar, Katrina Josefina Eliasdóttir, Eva Gunn Niclasen, Barbara Káradóttir, Vár Rajani Færø, Jakobina Joensen, Inga Helena Henriksen, Janna Falkvard, Milja Silvansdóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe

Flogbóltssambandið: Nevza-kappingin: Føroyar – Grønland 3-0 (25-7, 25-7, 25-8)

Føroysku genturnar byrjaðu bólkaspælið í morgun. Í okkara bólki eru Ísland, Grønland og Noreg.

Fyrsta mótstøðuliðið var Grønland, sum aftur í ár er við í kappingini. Grønlendsku genturnar hava framvegis nógv av læra, men føroysku genturnar fóru til uppgávuna ógvuliga miðvíst, og hóast nógvar skiftingar vóru á liðinum, og tríggjar sluppu at royna seg fyri allar fyrstu ferð, var ongantíð nakar sum helst ivi um úrslitið.
Føroyar vunnu dystin greitt 3-0.

Kl. 16.00 í dag verður mótstøðan helst nakað harðari, tí tá skulu genturnar dystast ímóti Íslandi, sum fyrr í dag tapti tepurt fyri Noregi 3-2.

Tann dysturin sæst her: http://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-a?

Besti leikari: Vár Rajani Færø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo