Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Mynd: FSF

Í døgunum 3. til 10. august verður árliga NM-kappingin fyri U17-landslið við dreingjum á skránni. Í ár er Danmark vertur fyri kappingini.

Áki Johansen er venjari hjá U17-landsliðnum, og saman við Jens Kristiani Hansen, hjálparvenjara, hevur hann nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið skulu umboða Føroyar í NM-kappingini í ár.

Hópurin
Fayo Kruse, EB/Streymur
Olaf Bárðason, Víkingur
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Pætur Sørensen, Víkingur
Elias Rausborg, Hvidovra IF (DAN)
Dávid Matras, KÍ
Emil Weihe Joensen, B36
Mattias Weihe Joensen, B36
Martin Agnarsson, B36
Eyðbjørn Østergaard, B36
Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)
Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Brian Slyne, HB
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Poul Kallsberg, Skála
Jonathan Lassesen, HIK (DAN)

Dystirnir í NM-kappingini verða spældir á Fjón í Danmark dagarnar 4., 7. og 10. august.

Kappingarleisturin er broyttur nakað í mun til undanfarnar NM-kappingar. Kappingin verður nú spæld eftir einari cup-skipan, og tí er ikki greitt, hvørjum føroyska liðið kemur at spæla ímóti í seinna og triðja dystinum.

Fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum er 4. august 2019 ímóti Noreg á Horne Stadion.

Aftrat føroyska landsliðshópinum vera tveir føroyskir dómarar eisini partur av NM-kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo