Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

28. august fór U17 landsliðið í badminton til EM fyri lið, sum verður leikt í Gniezno í Póllandi í døgunum 30. august til 3. september.

Tað eru 35 lond, sum eru meldaði til kappingina.

Landsliðið skal spæla fýra liðdystir - ein fríggjadagin, tveir leygardagin og ein sunnudagin.

Ein liðdystur er: einmansleikur kvinnur, einmansleikur menn, tvímansleikur kvinnur, tvímansleikur menn og blandaður tvímansleikur.

Føroyar eru í bólki saman við Armenia, Estlandi, Wales og Tjekkia. Hetta er aðru ferð, at Føroyar eru við til EM fyri U17 landslið, og eru leikararnir sera spentir. Tað er nakað heilt serligt at luttaka í so stórari kapping.  
Tey, sum umboða Føroyar eru:
Miriam í Grótinum, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
Tórur Paulason, HBF
Hans Elttør, KBF

Landsliðsvenjari er Aritra Nandy, og ferðaleiðarar eru Laufey Oskarsdóttir Hansen og Thurid í Buð.

EM fyri einstaklingar byrjar beint aftaná liðkappingina tann 3. september. Tá verður kappast í einmansleiki kvinnur og menn, tvímansleiki kvinnur og menn og blandaðum tvímansleiki. Tá eru Føroyar eisini við - hetta frætta tit meira um seinni.

Føroyska U17 landsliðið hevur í morgun spælt sín fyrsta liðdyst. Hetta var í móti Armenia. Hesin dysturin gjørdist sera spennandi. Londini skiftust um at vinna dystirnar, og tá ið 4 dystir vóru spældir, stóð á jøvnum 2-2. Nú skuldi alt avgerast í 5. dystinum. Miriam og Bjarnhild skuldu spæla tvímansleik.

Tær vunnu fyrsta settið 21-17. Annað settið var sera spennandi, men Miriam og Bjarnhild megnaðu at halda høvdið kalt og vunnu eisini annað settið og harvið dystin 3-2. Eitt sera flott avrik av okkara ungu badmintonleikarum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo