Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

FSF: Nú er greitt, hvussu føroysku U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla í undankappingunum til EM, sum verða komandi ár.

Hósdagin var lutakast í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17-liðið skal til Luksemburg, meðan undankappingin hjá U19-dreingjunum verður í Montenegro.

U17-dreingirnir komu í bólk 3 saman við Sveis, Kekkia og vertunum úr Luksemburg. Kappingin verður í døgunum 21. til 26. oktober 2016.

Fyri U19-landsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at føroyska liðið er komið í bólk 12 saman við Kroatia, Kypros og Montenegro, ið verður vertur fyri kappingini. EM-undankappingin hjá føroysku U19-dreingjunum verður spæld frá 11. til 16. november komandi ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo