List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Sterk mótstøða bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum í døgunum 13. til 20. november skal spæla EM-undankapping í Køge í Danmark.

Talan er um bólk 8, og umframt Føroyar og Danmark, eru Frakland og Finnland eisini í kappingini.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til EM-undankappingina. Hetta skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Trettan spælarar hava sína dagligu gongd í føroyskum fótbólti, meðan fimm spæla í donskum feløgum.

Hópurin
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Andreas Jansson Thomsen, B36
Børge Petersen, KÍ
Ári Arge, OB (Danmark)
Alexander Ólavsson Jensen, B68
Elias El Moustage, Thisted (Danmark)
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Símun Sólheim, HB
Leivur Fossdal Guttesen, SønderjyskE (Danmark)
Jonn Johannesen, KÍ
Jóhann Hansson Joensen, B36
Peter Bergman Hansen, OB (Danmark)
Tórur Franksson Joensen, HB
Meinhard Debes Geyti, NSÍ
Boah Hans Mneney, Víkingur
Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF
Dánjal Reginsson, HB
Bárður Ólavsson Jensen, B68

Skráin
13. november Frakland – Føroyar (kl. 14:30 dk. tíð / Køge Stadion)
16. november Danmark – Føroyar (kl. 18:00 dk. tíð / Køge Stadion)
19. november Føroyar – Finnland (kl. 14:00 dk. tíð / Frederiksberg Idrætspark)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo