Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Eli Hentze er høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, sum komandi hósdag tekur ímóti Kasakstan á Svangaskarði - Mynd: Heri Joensen

FSF: Hósdagin 6. juni klokkan 17:00 verður Svangaskarð á Toftum karmur um fyrsta dystin í komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum. Mótstøðuliðið verður Kasakstan.

Føroyski hópurin kemur saman seinnapartin mánadagin, og síðani verður fult fokus sett á fyrireikingarnar til komandi dyst.

Men Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur í evstu løtu fingið tvey avboð. Talan er um Petur Knudsen úr NSÍ, og Róa Zachariassen úr EB/Streymi, ið hava boðað frá, at teir kortini ikki eru tøkir. Í staðin hevur U21-venjarin sent boð eftir Arbjørn Svennsson og Bárður á Reynatrøð, ið báðir koma úr Víkingi.

Ókeypis atgongd verður til U21-landsdystin millum Føroyar og Kasakstan.

Hópurin
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (DAN)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Daniel Johansen, HB
Pætur Hentze, NSÍ
Hugin Samuelsen, B36
Ólavur Niclassen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup B. Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DAN)
Arnbjørn Svennsson, Víkingur
Magnus Holm Jacobsen, B36
Stefan Radosavljevic, TB
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DAN)
Gilli Samuelsen, B36
Adrian Justinussen, HB
Steffan Løkin, EB/Streymur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo