Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

FSF: Fríggjadagin 10. november fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Pólland kemur á vitjan á Tórsvølli. Higartil hava Føroyar spælt fýra dystir í undankappingini til EM 2019, og í løtuni er føroyska liðið nummar 3 í bólkinum við 4 stigum, frammanfyri Litava, Finnland og Georgia, meðan Danmark er nummar 1 og Pólland er á 2. plássi.

Fyrireikingarnar til dystin móti Póllandi eru so smátt farnar í gongd, og í fyrsta umfari hava Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari úttikið ein bruttohóp við 26, ið skal venja regluliga fram til dystin móti póllakkum.

Hópurin

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, NSÍ

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Jóannes K. Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Hákun Edmundsson, Skála

Heri Hjalt Mohr, HB

Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Jann J. Benjaminsen, NSÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Meinhard Egilsson Olsen, B36

Petur Knudsen, NSÍ

Adrian Justinussen, HB

Bjarki Nielsen, AB

Hjalti Kárason Djurhuus, HB

Pætur Petersen, EB/Streymur

Ari Mohr Olsen, EB/Streymur

John J. Frederiksen, 07 Vestur

Jákup Ludvig Thomsen, Thisted (DEN)

Fríggjadagin 3. november fæst at vita, hvørjir teir 20 spælararnir verða, ið endaliga verða úttiknir til dystin móti Póllandi.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður á Tórsvølli fríggjadagin 10. november klokkan 16:45.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo