Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Í morgun í Kjakarínum í KvF var m.a. kjak um seyðaskinnini, ið nú verða burturbeind, tí tað ikki loysir seg at fáa nakað sum helst burtur úr teimum. 

Tað er nakað um, at tað er sera tungt at fáa berandi markna fyri hesa rávøru. 

Einaferð var hetta eingin spurningur, um tað loysti seg.

Nú vit eru so fokuseraði eftir góðsku, so tveita vit hana burtur, tí vit ikki fáa burðardygga vinnu burturúr.

Vit duga so væl at fáa burtur úr tónleiki, sangi, serføroyskum mati, binding, seyðahornum o.ø. 

Hví so ikki burtur úr 50 túsund skinnum árliga?

Í Klaksvík var ein svensk kona einaferð,  sum hevði skeið fyri skinnáhugaðum. Undirtøkan var sera góð.

Úr øllum landinum komu forvitin fólk fyri at vita, um okkurt nýtt var á breddanum. Frammanundan skuldu tey tilmeldaðu hava rotað sær eitt skinn.

Tað gjørdi man best við at koyra skinnið í ein svartan plastposa, binda væl fyri og so hava  posan við á skeiðið 3 vikur seinni. Sjálvandi var tað ein ringur deymur, tá vit loystu fyri posanum.

Men ullina fingu vit skjótt av. So varð fílað, skolað og barkað. Og vit fingu tað fínasta, mjúkasta roð.

Tá eg nevni hetta, slepst ikki uttanum at siga, at seinast í ´50unum og fyrst í ´60unum keypti man seyðaroð í Klædnabúðini á Biskupsstøð.

Hetta var eftirspurt, helst til rotuskógvar til árligu fimleikaframsýningarnar  í skúlanum. 

Minnist, at man valdi sær burtur úr løgunum av roðum. 

Millum roðini lá pergamentpappír.

Man blaðaði seg ígjøgnum, - nøkur roð vóru so kritahvít, onnur høvdu bláligan og reydligan lit.

Meini, at tað vóru eldri konur í Norðoyggjum, ið stóðu fyri eftirspurninginum.

Havi fylgt eitt sindur við í heyst. Brennistøðirnar fáa skinn, møðrar, høvd, vil og vembur at brenna í einum peruvellingi.

Hví talar eingin at, ið eru góð við umhvørvið?

CO2 útlátið rýkur himmalhøgt, tí alt hetta fer rúkandi úr IRF og KOB skorsteinunum. Synd, skomm og skammiligt.

Er ikki onkur, sum dugir at taka sær av  serføroysku ull- og skinnmentanini, so hon ikki fer fyri bakka?

Ullin, sum Búnaðarstovan fekk inn í áseyðaroytingini í summar, fekk fyrsta karakter, varð sagt herfyri. 

Ber ikki til at góðska og bøta um tilfangið, ið er so sermerkt fyri oyggjasamfelagið Føroyar?

Havi sæð bøkur bundnar inn í roð. Ikki sæð vakrari handverk. Eingin, sum kundi hugsað sær at fari eftir tí?

Sama er við ullintum skafti við roðleisti. Er hetta ikki okkurt  sereyðkenni  fyri okkara ferðavinnu?

Tað ber til. 

At man ikki gerst múgvandi, ger einki. Tað, sum umræður, er meiningin við tilfanginum, og at tað ikki fer í gloymsku.

Veit, at føroyska ullin bjargaði mongum føroyingi aftur til lands, ið sat stirdur í kulda á flaka ella úti í kavaroki, illa komin fyri. 

Dygdin í føroysku ullini er so serlig. Eingin onnur er sum hon. Hóast dýggjvátir og kaldir, bar til at koma undan.

Minnist  mangan tøtaðan, vovnan  og virkaðan lut  úr føroyskari  ull, ið var til sølu. Tað var minni munur millum listarligar málningar og eitt vovið føroyskt teppi í prísi.

Veit fullvæl, at vit ikki hava alneyðugan tørv á ull og skinnum.

Tað er so mangt, ið vit eisini seta aftur ímóti.

Hava vit tørv á at eta turra grind og turrsaltað spik sum gildismat?

Einaferð ella mangan hevur verið  hildið lítið um tað. Men ikki í dag.

Bert eitt tankastrok, nú fjøllini verða gingin.

Poulina Slættanes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo