Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

KvF brúkar javnan viðmerkjarar frá øðrum miðlum at viðmerkja eitt nú veljarakanningar og politisk viðurskifti annars.

Talan er um royndar journalistar, sum vit meta hava innlit í føroyskan politikk.

Mánakvøldið bóðu vit Árna Gregersen viðmerkja í útvarpinum og Eirik Lindenskov í sjónvarpinum.

Báðir staðfestu, at sambært veljarakanningini stóð samgongan til at tapa og andstøðan til at vinna.

Síðani viðgjørdu teir møguligar orsøkir til gongdina og samgongumøguleikar.

Viðgerðin hjá báðum var saklig.

Tá nú VP undir ógvisligu yvirskrivtini “Er Kringvarpið veruliga so elendugt” rør fram undir, at trúvirðið hjá KvF verður skatt við at brúka eitt nú hesar báðar viðmerkjaranar, hevði tað klætt VP at víst nágreiniliga á, hvat ið var galið við viðgerðini hjá teimum báðum mánakvøldið.

Tað er rætt, sum VP vísir á, at public service rásir aðrastaðni ofta brúka sínar egnu politisku viðmerkjarar.

Hetta hevur – við hendinga undantøkum - ikki verið siðvenja í KvF. M.a. tí vit líta á, at eisini fólk uttanfyri KvF gera sítt arbeiði til lítar.

Ivan Hentze Niclasen,
stjóri, KvF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo