Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Yngri journalistar hava undrast á, at ikki øll tjóðveldisfólk hava lúnað líka so illa, sum tann núverandi løgtingsformaðurin.

Men har knípir alvorliga við teirra søguligu vitan, tí republikanarar hava aldrin havt nakran konsekvens í sínum fornermilsum ella burturblídni.

Tað er ikki so langt síðani, at tjóðveldismaðurin Hergeir Nielsen var Løgtingsformaður.…

Hann bæði át og drakk dúgliga frá og við drottning Margretu, tá ið hon vitjaði Løgtingið.

Ja, hann leskaði seg faktiskt so dúgliga av almennum tignar-løgi, at hann beinleiðis datt av í fanginum hjá hennara íslendska hátign, Vigdis Finnbogadóttir, og tað var á staksøguligum føroyskum lendi, beint uttanfyri múrin í Kirkjubø.

Politistar og aðrir álitismenn fingu kortini skjótt skrætt Hergeir úr tí tignarliga fanginum.

So journalistar eiga slett ikki at gerast bilsnir um, at onkur tjóðveldismaður fer umborð í Dannebrog at fáa sær døgurðamat afturvið einum "forfrískningi".

Tað er heldur regla enn undantak, at loysingarmenn aldrin standa aftast, tá ið gratis danskt borðfæ er til taks.

Men tað er sera stórt spell, hvis tann ekstremi tilburðurin, har hennara hátign mátti sita undir okkara løgtingsformanni, harra Hergeira Nielsen, verður krógvaður ella er við at hvørva úr søgutilfari ella tøkum søgubókum hjá upplýsandi kringvarparum.

Lata teir bara, sum um teir hava gloymt tað og dylja tann ótignarliga skendsilin hjá tjóðveldis-sektini við vilja?

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo