Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Bøkur

Bókin byrjar við, at forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er í Føroyum og flettir.

- Seyðurin verður heintaður, ein og ein inn í flettingarrúmið. Teir ána ikki, hvat skal henda teimum, greiðir hann frá í bókini "Befrielsens Øjeblik" sum kom út í gjár.

Tað er ummælarin í Altinget sum dregur paralellin við flettingini í Føroyum til støðuna í donskum politikki nú uppundir valið. Tí tað er ein sannroynd, at alt fleiri av politisku vinunum eru troðkaðir út í kuldan, samstundis sum formaðurin er farin at leggja upp til samstarv við sosialdemokratarnar eftir valið.

Í bókini lýsir Lars Løkke Rasmussen seg sum ein fólksins maður, kanska enntá "ein slags" sosialdemokratur, ein sum vaks upp í trongum korum og ferðast ímillum elituna "på tålt ophold" sum hann sjálvur sigur.

Heitið á bókini sipar til, at Lars Løkke Rasmussen nú endiliga, eftir at valið er útskrivað, kann siga tað sum hann vil uttan at stúra fyri avleiðingum í stjórnarsamstarvinum.

Les alt ummælið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo