Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Vit kenna tað frá ferðavinnuni, at tað altíð skal standa “Un-“ frammanfyri.

Men lítið grunaðu helst nógv, at tað eisini skal standa frammanfyri alt, sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum sigur og ger.

• Vit skuldu fara frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan. Vit fingu økis/menningarkvotur har tjóðveldis valevni gjørdist formaður. Og nú skulu vit hava uppboðssølu har bara útvald skulu kunna bjóða.

• Alt skuldi fáa avleiðingar. Men nú kann alt fara aftur við borðinum. Nú ber til at siga, at eg gav mær ikki far um teldupostin ella kunningina. Og tað ber eisini til at velja kanningarstjóra, sum trýr tí.

• Tað skuldi vera fult gjøgnumskygni og klokkuklárar mannagongdir. Vit hava hoyrt um ein tíggjunda umsøkjara, sum er tikin upp úr hattinum í sambandi við menningarkvotur, uttan at hetta var tilmælt av nevndini, sum landsstýrismaðurin skuldi fylgja við treytaleysum nærlagni.

• Osv.

Um vit veruliga skulu skilja landsstýrismannin í fiskivinnumálum, so merkir:

• Marknaðargrundað = Un-marknaðargrundað

• Treytaleyst nærlagni = Un-treytaleyst nærlagni

• Klokkuklárar mannagongdir = Un-klokkuklárar mannagongdir

• Fult gjøgnumskygni = Un-fult gjøgnumskygni

• Osv.

Landsstýrismaðurin sigur seg altíð vera misskiltan.

Men eg haldi ikki, eg enn havi misskilt hann.

Kanska tí eg altíð seti “Un-“ frammanfyri alt hann sigur og ger.

Borgarligur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo