Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vágatíðindi

Vit hoyra aftur og aftur, at viðlíkahald og rakstur av undirsjóvartunlum, er so ógvuliga nógv dýrari enn av vanligu tunlunum - tí noyðast vit av hava bummgjald.

Landsverk sigur í "Samferðsluætlan 2008-2020" s. 45, at kostnaðurin er, fyri rakstur og viðlíkahald "frá teimum royndum Landsverk hevur, umframt royndum frá grannalondunum (miðalprísir 2006)":

Tunnil á landi 700 kr./m um árið.

Undirsjóartunnil 750 kr./m um árið.

Úrslitið er, at Vágatunnilin kostar 247.000 kr. meira um árið at reka, enn vanligur tunnil.

Skulu vit hava brúkaragjald til henda meirkostnað, so vildi tað kostað um leið 10 ferðir so nógv at innheinta gjaldið, sum tað vit fáa inn.

Skiljið, hvør ið skilja kann.

Lat okkum fáa bummin burtur sum skjótast, nú Vágatunnilin er fult afturgoldin, og Landið eigur hann.

Eisini ber til at hugsa heilt nýtt og framskygt, og brúka bummgjaldið til tunnil av Fútakletti til Vatnsoyrar, og sleppa undan øllum fløskuhálsunum, sum vit dragast við nú á leiðini til Flogvøllin.      

Vágamaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo