Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Sláið Ring: Vikuskiftið 20. til 22. september 2019 verður skipað fyri tiltakinum Ung í Dansi í Hesti. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman.

Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri.

Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í nógv ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo