Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Tiltøk

29. juli vóru familjumál yvirtikið og liggur nú á føroyskum hondum. Í familjumálum er m.a. fosturtøkulóggávan. Føroyska fosturtøkulógin er tann gamla danska frá 1956. Nú málsøkið er yvirtikið, er upplagt at nútímansgera lógina.

Mikukvøldið 3. oktober kl. 19:30 bjóðar Unga Tjóðveldið øllum áhugaðum oman í Reinsaríið í Havn til eitt kvøld, har sjóneykan verður sett á, hvussu ein nýggj lóggáva skal síggja út. Unga Tjóðveldið hevur boðið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í familjumálum, Amnesty Føroyum og Fríum Vali at tosa um hvussu fosturtøkulógin í framtíðini skal síggja út. Tað hevur alstóran týdning at vit tosa um evnið, fyri at bróta tøgnina og niðurbróta stigmatiseringina. 

Unga Tjóðveldið er av teirri sannføring, at fosturtøkulógin skal dagførast, soleiðis at kvinnur hava frælsi at velja. Avgerðarrætturin skal flytast frá læknanum til kvinnuna, sum eigur at hava endaliga avgerðarrættin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo