Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Fótbóltssambandið: Fyrsta vikuskiftið í mars, fríggjadagin og leygardagin, 1. og 2. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt.

Hetta er triðja árið, at hendan ráðstevna er á skránni.

Málbólkurin eru allir barna- og ungomsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving. Einasta kravið er áhugi fyri barna- og ungdómsvenjing.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvi at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðnum við barna- og ungdómsvenjingum.

Eins og í fjør, fær ráðstevnan aftur í ár útlendska vitjan. Hesaferð verður tað Antoni Ordinas, sum er akademistjóri í Lillestrøm, ið kemur at luttaka við fyrilestrum og praktiskum venjingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo