Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Fleiri enskir miðlar skriva í dag, at Manchester United og Crystal Palace eru komin ásamt um ein prís fyri Aaron Wan-Bissaka.

Simon Peach frá Press Association skrivar, at United má av við 45 milliónir pund, umframt fimm milliónir aftrat í bonuspengum, fyri at tryggja sær 21 ára gamla høgrabakkin.

Við hesari avtaluni verður ungi onglendingurin dýrasti verjuleikarin nakrantíð í søguni hjá Manchester United

Wan-Bissaka hevur enn ikki skrivað undir fyri United, men sum skilst restar ógvuliga lítið í, til at avtalan kann undirskrivast.

Wan-Bissaka er næsti leikarin, sum United (eftir øllum at døma) keypir í summar.

Fyrr í hesum mánaðinum tryggjaðu teir Reyðu Djevlarnar sær undirskriftina hjá Daniel James frá Swansea City.

Daniel James er eins og Wan-Bissaka 21 ára gamal, og er okkurt, sum bendir á, at miðalaldurin á United liðnum næsta kappingarár verður nakað væl lægri, enn hann var í fjør. Her skal havast í huga, at Ander Herrera, Antonio Valencia og Marouane Fellaini sum kunnugt ikki longur eru partur av hópinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo