Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Politikkur

Útbúgvingarøkið hevur ígjøgnum fleiri ár verið í menning og hava føroyingar ongantíð áður havt so stórt úrval av útbúgvingum, sum nú.

Serliga eru tað tær akademisku útbúgvingarnar, sum tey seinastu árini hava verið raðfestar.

Akademisku útbúgvingarnar verða í stóran mun mettar at vera ómobilar í mun til handverkligu útbúgvarnar, sum ofta verða knýttar at sjó- og frálandavinnuni.

Hesa snævurskygdu hugsjónina vil eg fegin broyta, tí sum eg áður havi borið á mál, so er okkara ungdómur landsins besta tilfeingi.

Tey hava nógva orku og teirra hugsjónir og hugskot eru sera framkomin og viðkomandi fyri tær Føroyar, sum vit sum tjóð ynskja.

Nógvar verkætlanir klárar til altjóða marknaðin
Nógvar verkætlanir hjá føroyingum eru komnar á altjóða marknaðin og enn fleiri eru, sum  eru klárar at fara út á altjóða marknaðin.

Tilfeingi hjá ungdóminum hevur allar hugsandi heintleikar og eginleikar, sum væl og virðiliga kunnu bjóðast fram á altjóða arbeiðsmarknaðinum – bæði sum sjálvstøðugar verkætlanir, men sanniliga eisini sum einstøk útboð av arbeiðsmegi til altjóða fyritøkur.

Hesar heintleikar hevur skúlaskipanin ílatið og búnað ungdómin, so at føroyingar, við sínari servitan kunnu bjóða seg fram á altjóðaarbeiðsmarknaðum.

Skulu vit framleiða fleiri akademikarar?
Ja, tað mín vón, at vit framhaldandi kunnu útbyggja skúla- og útbúgvingarskipanina soleiðis, at vit í framtíðini koma at síggja vælútbúnar ungdómar bjóða seg fram, á altjóða arbeiðsmarknaðum, við teirri servitan, sum vit kunnu framleiða á okkara skúlum.

Arbeiðsmarknaðurin kemur alt meira at eftirspyrja brainpower—eisini uttanfyri Føroyar.

Tað ber eisini til at eksportera tað sum er millum oyrini, hóast ein býr við síni familju í Føroyum—meira enn so!

Heilsan Hans Andrias Kelduberg
Valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo