Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Í døgunum 13.-17. mai er føroyska U-landsliðið í badminton í Farum. Við í kappingini eru leikarar úr Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Týsklandi, Kekkia  og Føroyum.

Hetta er fimta árið á rað, at Føroyar eru við. Samstundis er hetta ein liður í leikaramenningini, har BSF hevur valt at geva fremstu leikarunum úr teimum ymisku aldursbólkunum møguleikan at verða við í Danish Junior Open.

Dúgliga hevur verið vant fram ímóti kappingini, ið hilnaðist heilt væl í fjør. Sostatt eru leikararnir sera spentir uppá, hvussu úrslitið fer at síggja út hesaferð. Eftir ætlan kemur ferðalagið aftur til Føroyar á middegi týsdagin.

Teir útvaldu leikararnir á U-landsliðnum eru:

U13
Adhya Nandi, HBF – Miriam í Grótinum, HBF – Hans Elttør, KBF

U15
Mona Rasmusdóttir, ÍF – Jensa Tórolvdóttir, ÍF – Sissal Thomsen, HBF – Lena Maria Joensen, KBF – Ari M. Jacobsen, KBF – Ari Nandy, MBF – Árant á Mýrini, MBF – Jónas Djurhuus, HBF – Rúni Øster, HBF

U17/19
Gunnva Jacobsen, HBF – Dann Fróðason, MBF – Bartal Poulsen, VÍF - Rani í Bø, KBF – Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF – Magnus Dal-Christiansen, HBF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo