Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

Nú ber til online at keypa mat av matskránni hjá nógvum ymiskum matstovum í Havn, og fáa hann koyrdan til dyrnar.

Tað eru 19 ára gamli Teitur F. Andreasen og beiggin, 18 ára gamli Áslakur Holm, sum standa aftanfyri fyritøkuna, sum í hesum KT tíðum hevur fingið navnið heinta.fo.

Umframt heimasíðuna hevur fyritøkan eisini ein bil, og avtala er gjørd við fleiri matstøð í Havn um útkoyring av teirra mati til kundarnar.

Skipanin er løtt at brúka, siga eigararnir. 

- Við at tøppa inn títt postnummar fæst eitt yvirlit yvir tær matstovur, ið eru í økinum, og har ber til at velja í matskránni og keypa tað, ið tú vilt hava. Tú fært síðani boð um, nær maturin væntandi kemur, og so er bara eftir at borðreiða, siga spentu íverksetararnir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo