Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Útlendis ítróttur

José Mourinho hevur fingið greið boð frá leiðsluni í Manchester United, at hann skal selja leikarar, áðrenn hann fær keypt nýggjar.

José Mourinho hevur sambært BBC brúkt tilsamans 285 milliónir pund í seks stórum leikarakeypum tey tvey árini hann hevur verið venjari hjá Manchester United.

Ein av leikarunum sum Mourinho óivað fer at sleppa sær av við – um hann gongur ynskinum hjá leiðsluni á møti – er Luke Shaw.

Shaw hevur bara byrjað fýra dystir í Premier League seinastu 12 mánaðirnar og sigst ikki hava nakað gott samband við venjaran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo