Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Manchester United er sum skilst sinnað at fara djúpt niður í lummarnar fyri at fáa franska heimsmeistaran Paul Labile Pogba at verða verandi í felagnum.

Daily Mail skrivar, at Manchester United er sinnað at bjóða Pogba ein nýggjan sáttmála, sum kemur at geva honum út við 500.000 pund í løn um vikuna.

Hetta er á leið tað sama, sum Alexis Sanchex, ein onnur stjørna á United liðnum, fær um vikuna.

Pogba hevur tvey ár eftir av sínum núverandi sáttmála og tjenar, sum nú er, 290.000 pund um vikuna.

Fraklendingurin helt fyri í vikuskiftinum, at tíðin møguliga var komin til at finna sær eina nýggja avbjóðing eina aðrastaðni enn í United.

United er til reiðar at lata Pogba skifta felag, um felagið fær tann rætta prísin fyri hann.

United rindaði Juventus 90 milliónir pund fyri Pogba í 2016, og ynskir enska stórfelagið eina væl størri upphædd enn hesa fyri litríka fraklendingin.

Real Madrid og Juventus eru sum skilst áhugað í at tryggja sær undirskriftina hjá Pogba, sum hevur spælt 135 dystir og skotið 31 mál fyri teir reyðu djevlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo