Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Manchester United hevur methøgar lønarútreiðslur í eini tíð har felagið hevur havt sína ringastu sesongbyrjan í 30 ár.

Ein aksjueigari ger seg kláran at selja.

Í gjár skrivaði Mail Online um lønirnar seinastu 12 mánaðirnar, sum nú eru almennar. United hevur ongantíð áður havt eitt slíkt búsjett (332 milliónir pund) viðvíkjandi lønarútgjaldingum. Og hetta er eisini met fyri Premier League.

Lønarútreiðslurnar eru øktar 100 milliónir pund ella 43 prosent.

United rindar enn umleið 2,4 milliónir krónur um vikuna til Alexis Sánchez. Og tað sjálvt um hann er útleigaður til Inter og beint nú skaddur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo