Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Ver gongur undan í framgongdini á føroyska fjarskiftismarknaðinum og heldur fram við at veita vørur og tænastur í avgjørdum heimsklassa.

Í vikuni fór Ver undir at veita breiðband til privata húsarhaldið og setti alt fyri eitt síni spor við at skrúva prísin niður, men tað steðgar ikki her. Ver ger tað umaftur, tí nú lækkar Ver prísin uppaftur meira, samstundis sum ferðin verður skrúvað upp.

- Tíðin er búgvin, tí internetið er í dag ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hetta krevur eitt álítandi og dygdargott breiðband, sigur Hans Jákup Langgaard, kundastjóri á Føroya Tele. Vit merkja ein alsamt vaksandi tørv hjá kundum at fáa hægri ferð at senda út á internetið, og við eini hægri upload-ferð møta vit eftirspurninginum hjá fleiri og gera hann samstundis bíligari.

Tað liggur í blóðinum hjá Ver at veita vørur og tænastur, sum bæði eru slóðbrótandi, betri og einfaldari. Øll kenna tað frá fartelefonhaldunum og framkomna farnetinum, sum Ver bjóðar, og nú kenna øll tað eisini, tá tað ræður um breiðband.

- Hetta er okkara verð. Her seta vit dagsskránna, og tí fegnast vit um, at vit nú kunnu veita kundum okkara eina tænastu, sum er í avgjørdum heimsklassa, og sum strekkir seg yvir nærum allan fjarskiftismarknaðin, sigur Hans Jákup Langgaard og peikar á ta einfaldu og tryggu sjálvgreiðsluna, sum privatkundin fær atgongd til á ver.fo.

Við hesum fær kundin fult yvirlit og tamarhald á sínum viðurskiftum og kann sjálvur avgreiða øll síni fartelefon- og breiðbandshald á einum og sama staði, samstundis sum hann sparir pengar.

Nýggju breiðbandshaldini kunnu síggjast her: www.ver.fo/breidband

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo