List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Politikkur

- Andstøðan hevur undir viðgerðini av uppskotinum hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi víst á, at útlutan av veiðirættindum umvegis uppboðssølu skapar ótryggleika í vinnuni. So at siga øll vinnan gjørdi í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini vart við, at uppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni, síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi, sigur Jákup Mikkelsen og Jørgen Niclasen sum hava lagt uppskotið fram fyri Fólkaflokkin.

- Seinni hava royndirnar við uppboðssølu av fiskirættindum víst, at vinnan hevði rætt. Uppboðssølan hevur verið ein fiasko.

- Trygg rættindi eru fyrsta treyt fyri eini skilagóðari tilrættislegging í øllum liðum í vinnuni. Ótryggleiki heldur vinnuni aftur at gera stórar íløgur í nýggj og framkomin skip. Ótryggleiki ger tað trupult at gera langtíðarsáttmálar, sum tá til stykkis kemur tryggja betri prís og trygg arbeiðspláss. Og ótryggleiki ger umstøðurnar at leggja framleiðslu við langtíðarperspektivum til rættis munandi verri.

- Dømi um vánaligt úrslit av uppboðssølu eru nú fleiri. Í kappingini um at fáa hendur á rættindum gjørdist størsti parturin av rættindunum at veiða so dýrur, at skipini sótu eftir við halli. Eisini kann prísurin á veiðu broytast. Tá sildin varð seld á uppboðssølu í 2017, var prísurin á góðari leið. Men tá sildin kundi veiðast og síðani seljast, var prísurin í botni. Hetta lýsir greitt, hvørja støðu uppboðssølan kann seta tey í, sum dagliga skulu liva í vinnuni.

- Uppskotið tekur av lógarmøguleikan hjá landsstýrismanninum at selja fiskirættindi á uppboðssølu, siga uppskotsstillararnir.

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo