At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Politikkur

Fromansfrágreiðingin hjá Høgna Hoydal, floksformanni, hildin á flokstingið floksins í Klaksvík:

Gott tjóðveldisfólk. Góðu norðoyingar. Klaksvíkingar. Føgru fólk kring landið alt í øllum tykkara fjølbroytni. Góðu gestir.

Ein serstøk kvøða til forsetisráðharra Íslands, Katrína Jakobsdóttir og til forseta Altingsins, Steingrím J. Sígfússon fyri at sýna okkum tann mikla heiður at koma í heimsókn her í Føroyum á flokstingi okkara í Tjóðveldi.

Og ein innilig tøkk til øll tykkara í Norðoya Tjóðveldisfelag, ið skipa fyri flokstingi okkara her norðuri í 2018 – í hesum ári, har Tjóðveldisflokkurin fer at fylla sjeyti ár.

---

Og tað er sanniliga við sterkum kenslum og stórari eyðmýkt, at vit kunna savnast her sum tjóðveldisfólk á vári í 2018, sum partar av hesum flokki og hesari rørslu. Og líta aftur á tað starv og tað strev, sum undangongukvinnur og menn settu sum stevnu floksins og hava útint í hesum landi. At meta um, hvussu vit hava megnað at borið hugsjónirnar og málini fram á leið í einum broyttum samfelag og einum broyttum heimi.

Og ikki minst, hvussu vit halda áfram at útinna verkið til eina frælsa framtíð fyri tjóð okkara og fyri alt fólkið í landinum. Vit hava stórar avbjóðingar og stórt verk og arbeiði fyri framman.

Men eg tori at siga: Vit hava allar møguleikar og eitt gott grundarlag at taka tøkini í komandi tíðum. Vit hava allar møguleikar at røkka málunum – saman kring alt landið. Og saman við øðrum flokkum og rørslum her á landi og í altjóða samstarvi.

Tað krevur, at vit ganga fast ímóti tí sundurlyndi, teirri niðurgerð og mangan haturstalu, sum sátt verður so dúgliga her heima og um heimin allan. Og sum hevur sum endamál at savna ella varðveita vald og rættindi á fáum hondum.

Tað krevur, at vit gera nakað við at mjækka og grynna tær gjáir, ið veruliga eru í samfelagnum. Og at vit standa upp móti teimum sterku royndunum at grava nýggjar og uppfunnar gjáir millum okkara sum fólk, einstaklingar og samfelagsbólkar.

Tað krevur, at vit við fastleika halda fast um grundhugsjónina:

At vit vilja skipa eina frælsa og javnsetta tjóð í heiminum við somu rættindum og skyldum millum aðrar. Men at tað er treytaleyst tengt at frælsinum hjá fólki og hvørjum einstøkum at hava somu rættindi og skyldur í samfelagnum at virka og liva og verða vird.

Sum tað verður sagt í stevnu Tjóðveldisfloksins: “Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.”

Og tað er uttan mun til, hvussu vit eru fødd inn í henda heim, hvussu lagnan hevur lagt sínar leiðir, hvussu vit hava valt at liva okkara lív, hvat vit velja at trúgva og halda, og hvar vit búgva í landinum.

At fólk fáa somu rættindi ger seg ikki inn á rættindi, sum vit hava havt. At fólk fáa somu møguleikar og frælsi sum vit, tekur ikki møguleikar frá okkum ella ger seg inn á okkara frælsi. At vit skipa eitt samfelag við samhaldsfesti og fjølbroytni, ger okkum øll sterkari, og styrkir tað persónliga frælsið hjá øllum at virka og mennast – kring alt landið.

Og tað er hetta sum hevur borið hetta samfelagið fram eins og framstigini í heiminum.

Tað er eisini tað, ið hevur borið okkara samanhald fram í Tjóðveldisflokkinum, alt síðani flokkurin varð stovnaður. Vit hava tvørtur um landamørk og økini í landinum. Tvørtur um sosial mørk og samfelagsbólkar. Tvørtur um yrkismørk og útbúgving. Tvørtur um trúarmørk. Tvørtur um sereyðkenni hava vit staðið saman um at verja og virka fyri rættindunum hvør hjá øðrum og hjá tjóðini.

Vit loysa málini saman.

----

Steintór Rasmussen hevur millum sínar mongu dýrgripir í yrking, tónleiki og aðrari list, latið úr hondum saman við Eyðuni Nolsøe sangin: “Komið menn og kvinnur”:

Har verður m.a. yrkt:

Kom tit, sum hava strevað
og fyri dagin bart
og sum av egnum royndum hava lært
at tað vit sjálvi skapa
er tað sum verður av
tað avkastið, sum fólk og landið gav.

Og tað er so rætt, sum tað er sagt. Nú heimastýrislógin hevur sjeyti ár á baki, kunnu vit staðfesta, at tað, at vit hava havt eina tjóðskapar- og frælsisrørslu, sum stútt og støðugt hevur barst fyri ikki at góðtaka avmarkingarnar í heimastýrinum. Men hevur strembað fyri at skipa eina frælsa tjóð.

Tað er hetta, sum hevur skapt okkum tey veruligu framstigini á øllum økjunum, Har vit hava brotið teir garðar og tær forðingar, ið heimastýrið hevur sett, eru vit vaksin og ment. Í máli og mentan, Í altjóða samskifti. Í sosialmálum. Í heilsumálum. Í umhvørvismálum. Ì vinnu og búskaparmálum.

Tað er har vit sjálv hava skapað og tikið ábyrgd – og ikki har vit hava dúvað uppá at onnur skulu taka avgerðirnar og hava ræðið afturfyri at veita okkum pening ella uttanífrá, at teir ríku møguleikar, ið vit eiga, eru skaptir.

Les alla frágreiðingina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo