Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

Til altjóða fótbóltsdystir eru metingar og forsagnir um, hvør fer at vinna. Sama er við almennu Mentanarvirðislønunum, sum Mentamálaráiðið handar í Norðurlandahúsinum í kvøld kl 18.

Landsstýriskvinnan Rigmor Dam hevur sagt í tíðindaskrivi, at hon kemur við eini serstakari mentanarligari avdúking, sum í kvøld verður almenn.

Hvat býr í hesum loyndarfullu orðum, kunnu vit bara gita um. Tað gjørdi VP í fyrradagin og peikaði sum hin fyrsti á Carl Jóhan Jensen sum regluligan vinnara, tí hann stendur einsamallur eftir.

Men samstundis vita vit, at Mentamálaráðið eigur ongar pengar.

So ein nýggj stór Nobelvirðisløn verður tað ikki, uttan so, at Bakkafrost ella onkur annar privatur fer at fíggja.

Wikipedia upplýsir, at skeiðið hjá nevndini, sum ger av er úti 31.12. í 2016. Hyggja vit eftir nevndarsamansetingini, sum Bjørn Kalsø valdi, so síggja vit meir enn so onkran klaksvíking í nevndini.

Tí er hetta seinasta freist hjá norðingum at gera av, hvør skal fáa almenna mentanarvirðisløn.

Man tað fara at blíva Steintór Rasmussen, sum umframt hópin av sangum, eisini skrivaði egna ævisøgu í ár? Ella heimskendi sangarin Teitur, sum eisini hevur upphav í Klaksvík?

Í kvøld fáa vit at vita!

Fyrsta forsøgn hjá VP: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo