Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Tiltøk

Mikukvøldið 7. august hevur tú møguleikan at fara til eitt øðrvísi politiskt tiltak við valevnum og tónleikarum í Café Gloria í Klaksvík.

Tað verða ikki vanligar valrøður, men ístaðin er ætlanin, at politikararnir luttaka við tónleiki - við at rappa, kvøða ella við sangi. Møguleiki er somuleiðis at lesa upp yrkingar ella framføra tónlistarlig verk við løttum innihaldi og í einum tóna, sum fer at skapa hugna, látur og felagsskap.

Allir politiskur flokkarnir á Tingi, umframt teir báðir nýggju flokkarnir vera til tiltakið.
 
- Vit vóna at síggja so nógv valevni sum gjørligt, og gleða vit okkum til, hvussu kreativ tey fara at verða í sínum framførslum, siga fyriskipararnir

Tiltakið sjálvt byrjar klokkan 19, tá bólkurin “Ecclesia” fer at spæla og syngja. Og klokkan 22 verður tað eingin annar enn Danny Baldursson, ið fer at syngja og spæla.

Hesin serstaki valfundurin er ókeypis. Høvið verður at keypa eina góða suppu og ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo