Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Krutl

Jólatrøini í Fuglafjarðar kommunu – á Hellunum, á Kambsdali og í Fuglafirði – vórðu tendrað sunnudagin. Fuglafjarðar hornorkestur setti sum altíð sín serliga dám á løturnar við frálíkum jólatónleiki – og Odvør á Lakjuni helt hesa hugvekjandi røðuna:

Góðu tit øll, sum eru komin saman her, nú jólatræið verður tendrað.

Tá ið eg varð spurd, um eg kundi siga nøkur orð til hetta høvi, var mín fyrst tanki  – ”Nei tað kann eg ikki!” Men so hugsaði eg: “Hví kann eg í grundini ikki tað? – At siga nøkur orð til eitt so gott og ljósgevandi tiltak hesa ársins myrkastu tíð – tað burdi eisini eg kunnað klárað.”

Og eg eri stórfjeppari av hesum: at tað hvørt ár, afturvendandi, verða kveikt hugnalig ljós í býum og bygdum og á jólatrøum runt um í okkara landi. Hugsi ofta við mær sjálvari, at tað er “fyri neyðini”, at vit  hava jólini at síggja fram ímóti, og hvussu gott tað er, at tey liggja, akkurát har tey liggja, tí tey lýsa upp, bæði so og so – og koma tó hvørt ár á okkum av óvart  - eitt sindur soleiðis: “Upps! Er tað virkuliga longu jól aftur.?“

Hendan tíðin upp undir jól er hjá nógvum merkt av – (eg tími ikki at brúka orðið stress) – men fólk hava nógv at hugsa um – og nógv, sum skal náast – høvdini eru full av ætlanum, og sum onkur segði: hjørtuni full av kærleika.

Og gævi tað er so! – at vit hugsa um at geva tíð og gávur – fyrst og fremst tíð! – so kunnu gávurnar koma í aðru røð. Og at vit geva okkum far um at gleða onnur – og at gleðast saman við øðrum. At vit baka og stákast, klippa og klistra og eru saman – og eru til staðar í nú-inum. Og at vit minnast til at vera ljós hjá onkrum og at  kveikja ljós hjá onkrum. Tí, sum orðatakið sigur:  “Betri er at kveikja ljós, um enn tað er lítið, enn at bera myrkrið út”. Og vit eru heppin her um okkara leiðir – vit hava ríkiligar møguleikar at tendra ljós – og tað nógv ljós – og ljós er gott fyri okkum! 

“Jólini eru barnanna hátíð”, siga vit ofta – og tá eg hugsi um míni barnajól, so er tað hjá mær sum at hyggja inn í eitt hugnaligt, gamalt jólakort – Tað var altíð  kavi og frost upp undir jól ... og man tað bara vera eg sum minnist tað soleiðis?... hvítt og fagurt, so langt sum eygað sá. Tað frysti, og kavin lá og glitraði í norðlýsinum. Og norðlýsið sóu vit ofta á hávetri, har eg búði ... langt uttan fyri lóg og rætt í Havn – tí har var bara ein gatulykt! 

Og eg havi hug at fara inn í jólakortið og uppliva, tá vit spældu í kavanum ... og vit høvdu alla verðina at spæla okkum í – bæði tíðliga og seint – Vit bygdu kavamenn og kavaholur og ótu kava, serliga tann, sum hefti seg í bollum upp í okkara ullintu klæðir. Vit vóru í heimabundnum frá innast til uttast – undirklokku, mynstrtum troyggjum, ullintum gamassjubuksum, bundnum topphúgvum,  bundnum vøttum og ullintum pulshosum niðri í gummistivlunum. Og var tað øgiliga hált, so vóru vit í ullintum skølingum uttan á gummistivlunum.

Og kavin festi seg upp í alt hetta ullinta í bollum. Stórum, frystum bollum – og smáum, frystum bollum. Minnist vøttirnar sum tveir stórar kavabollar.

Eg var so hjartans heppin at vaksa upp við einari fantastiskari ommu í húsinum. Hon æt Julia eftir jóladegi. Hon var fødd fyrsta jóladag ... Hon bríggjaði seg um okkum børn og hevði ALTÍÐ tíð.

Hon plagdi at koma út á trappusteinin: “Stakklarnir! Eru tit ikki køld?.. Komið inn og heitið tykkum og fáið tykkum ein góðan bita!” ... Minnist, tá vit komu inn, at tað var eitt øgiligt kavabollarok í ganginum, tí vit máttu pilka og rista teir av øllum klæðunum, áðrenn  vøttir, pulshosur, troyggjur og alt hitt varð lagt á radiatorarnar at turka. Tá kunnu tit ætla døggina á rútunum og dampin í húsinum!

Og har stákaðist so omma mitt í rokanum og serveraði heitt te við mjólk í – við hvørt kakao og nýbakað rugbreyð við smør og putursukur. Og hon kundi finna uppá at siga onkra søgu – kanska var tað um Brúsajøkul, tá hann mátti fara eftir mjólk, og hvussu hann ræddist grýlurnar í Skælingsfjalli ... Kanska var tað onkur onnur góð, gomul søga – hetta vóru sanniliga góðar og hugfarsligar løtur.  

Eg var smágenta í Havn síðst í 1950unum – og mær er fortalt, at 50-ini vóru ein sera trupul og fátækslig tíð í Føroyum. Tað minnist eg bara onki petti til, men hetta var helst ein av orsøkunum til, at okkara jólastákan byrjaði rættiliga tíðliga! Babba var bara ein vanligur kontórmaður í Havn og mamma heimagangandi – sum man gott kundi siga tá – húsarhaldið stórt, so nógv skuldi til fyri at fáa endarnar at røkka.

Minnist mammu sitandi við síni Singer traðkimaskinu – hon seymaði jólastás til okkum øll. Nógv tað mesta varð umseymað úr pløggum hjá onkrum í familjuni, ein nýggj blonda sett uppá ella onkur penur knappur, sum lýsti upp – og ongin kundi síggja, at hetta var endurnýtsla!

Og sum eg siti og hugsi um hetta, so eri eg aftur inni í jólakortinum – og merki hitan og luktin av nýbakaðum tryggleika, hugna og tíð ... Mamma, sum seymaði. Omma, sum hjálpti til við at passa klæðini uppi á okkum og setti knappanálir í her og der. – “Tað er umráðandi, at pløggini sita ordiliga ordiligt”... segði hon ofta.

Eg eri nógv yngst í systkinaflokkinum upp á fimm, so eg fekk akkurát um endan á hesi tíðini, tá systrarnar hjá mær plagdu at binda og seyma dukkuklæðir at selja ... Minnist abba at leggja beiggja mínum lag á at smíða dukkusengur, og at mamma seymaði seingjarsett til hesar smáu dukkusengurnar ... Alt hetta fitta heimagjørda varð so sett til sølu í einum handli í Havn.

Hesar løturnar rundan um stovuborðið ella uppi á verkstaðnum hjá abba eru so hugnaligar at minnast aftur á. Eg var bara eygleiðari – eg var so lítil tá.

Men eg var har – mitt í rokanum! Eg var við og føldi meg sum ein týðandi part av heildini ... Minnist hesi litvøkru dukkuklæðini – bundin úr restum og ofta uppriknum tógvi. Minnist, at systrarnar við hond seymaðu settini á pappkartong – kjóli, buksur og sokkar, ella troyggja, gamasjur og húgva ... og so hesar fittu dukkusengurnar við ordiligum seingjarklæðum, seymað úr brúktum. Alt endurnýtsla, so tað batti – og væl bar til!

Og tá eg fór heim í býin jólaørindi við mammu, sá eg tey í handlinum – til sølu ... til onkran at keypa í jólagávu! Og blivu tey seld, so fekk onkur í okkara húsi kanska einar nýggjar skógvar til jóla ... 

Og so hugsi eg ... ALSO – Hví fari eg aftur til míni barnaár? Og hví kemur alt hetta fram fyri meg, nú eg skal seta nøkur orð saman til hetta høvið? – Ja, tað er løgið ... Eg havi jú hildið nógv fleiri jól sum vaksið fólk!

Sum tanáringur, har eg hevði nógvar hugnaligar jólaløtur saman við mínum vinkonum. Vit lurtaðu eftir jólatónleiki og droymdu um framtíðina ... 

Sum nýgift kona – eitt forelskað par – í einari stórari stovu í Havn við einum “fittum” jólatræ, okkara jólatræ, pyntað á ein heilt serligan hátt ... við nýggjum jólapynti, sum vit bæði saman høvdu verið í býnum og keypt – og har var stílur í – nógvar smáar gull- og silvurlittar kúlur, ein vøkur stjørna og ljósketa, har mann klípti ljósini á greinarnar – og sjálvandi einglahár, tí tað mátti man hava...

Sum nýbakað mamma og flutt út á bygd – míni fyrstu jól laaangt heimanífrá – og okkara fyrstu jól sum foreldur. Vit pyntaðu jóltræ og sóu jólaljós í hansara eygum!

Seinni sum mamma at fimm ... við jólatræi, sum varð pyntað við tí, sum børnini sjálvi høvdu evnað til, saman við nøkrum fáum, heilum kúlum frá okkara allarfyrsta jólatræi.

Og so nú í nógv ár sum omma hjá eini rúgvu av fantastiskum børnum, diddum og beiggjum – stórum og smáum, sum alt eftir hvørjum aldri tey eru í, koma at pynta jólatræið hjá ommu og abba – við øllum møguligum ... har er gamalt og nýtt hvørt um annað og alt er lov!

Hvat er tað, sum ger, at eg leiti aftur til mínar upplivingar sum barn á jólum – úti í oyðimørkini í Havn ... við ongum jólatræ – men við nógvum góðum, heitum minnum um fólk, sum bríggjaðu seg um onnur ... um hugna, tryggleika, gestablídni, tíð og nærveru. 

Hetta eru góðar gerandis upplivingar, lítla eg hevði sum barn og ung, og sum eg minnist so gott afturá – og tað við stórum taksemi ...

Eg slapp at vera barn – eg upplivdi at føla meg elskaða – Onki bleiv lagt á mínar herðar, sum eg ikki orkaði at bera ... og eg eri rættiliga sikkur uppá, at vaksin fólk eisini tá í tíðini høvdu nógv ymist at dragast við, og ikki man alt hava verið so ljósareytt hjá teimum heldur!

“Små gryder har også øre”, hoyrdi eg ofta! – Hugsaði ikki um, hvat tað merkti, fyrr enn eg var vorðin størri ... So, sum barn bleiv eg spard! Eg varð ikki drigin inn í trupulleikarnar hjá teimum vaksnu fólkunum rundan um meg ... og gott tað sama – hvat í verðini kundi eg brúkt tað til ...?

Jólini eru barnanna hátíð – eisini hjá børnunum, sum vaksa upp í dag ... Lat tey sleppa at vera børn! Mann er bara barn einaferð í lívinum.

Lat okkum  elska tey treytaleyst og geva teimum av okkara dýrabaru tíð – bara tí tey eru børn, tey eru dýrabar, tey eru framtíðin og eiga at verða elskað og trygg. – Minst til, at tað vera tey ...(ella tólmenni).., ið fara at dansa um jóltræið við okkum, tá vit fara at búgva á ellisheimum.

Sjálvandi eiga øll børn rættin til at hava tað gott – og ikki bara á jólum – og tey einastu, sum kunnu gera nakað við tað, eru vit vaksnu fólk. 

Gævi satt, at vit til jólar í ár seta okkum fyri at tendra í minsta lagi eitt stórt jólaljós í hjartanum hjá einum menniskjabarni!  

Gleðiligan tendra jólatrædag, og gleðilig jól!

Takk fyri ....

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo