Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Tiltøk

Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór? Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti? Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til heiðurslønirnar, sum verður latnar á Ársins Íverksetaradegi.

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verða tríggjar heiðurslønir latnar:

Ársins Íverksetari
Ársins Innovatión
Ársins Íløga

Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi hevur víst góð fíggjarlig úrslit hevur givið øðrum íverksetum íblástur.

Freistin at koma við tilnevningum er til og við 27. april 2018.

Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan(at)iverksetan.fo.

Ársins Íverksetari í fjør var Árni Skaale úr Klaksvík. Ársins Innovation fekk JT Electric á Kambsdali. Ongin fekk heiðurin fyri ársins íløgu.

Í ár verður Ársins Íverksetaradagur hildin 11. mai kl 10.00 í Østrøm í Tórshavn. Høvuðstalari á íverksetaradegnum verður kendi danski íverksetarin Martin Thorborg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo