Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur fingið handað uppskot um endurskoðaðan veðurlagspolitikk. Nýggja uppskotið fevnir um tíðarskeiðið frá 2020 til 2030.

Verandi veðurlagspolitikkur, ið er frá 2009, gongur fram til 2020, og skuldi tí nú endurskoðast. Harumframt hava Føroyar í 2016 tikið undir við París avtaluni frá 2015, ið strembar eftir at avmarka veðurlagsbroytingar. Avtalan fær gildi í 2020.

París avtalan er grundarlagið undir uppskotinum til endurskoðaða veðurlagspolitikkin. Avtalan ásetir, at strembast skal eftir, at miðalhitin á jørðini ikki hækkar meira enn tvey hitastig, og helst ikki meira enn hálvt annað hitastig í mun til undan ídnaðarkollveltingina. Hitin á jørðini er longu hækkaður út við eitt stig síðani ídnaðarkollveltingina.

Avtalan ásetir ikki beinleiðis, hvussu nógv útlátið av veðurlagsgassi skal skerjast.

Veðurlagsnevndin hjá ST, IPCC, hevur mælt til, at útlátið av veðurlagsgassi verður skert við 45 prosentum fram til 2030 í mun til útlátið í 2010. Í 2050 skal ikki latast meira út av veðurlagsgassi enn trø, plantur og hav kunnu upptaka.

Neyðugt er, at átøk verða sett í verk at skunda undir gongdina at minka oljunýtsluna, tí skotbráið at røkka tilmælinum frá IPCC fram til 2030 er stutt.

Tað er torført frammanundan at meta um, hvussu ávirkanin av átøkunum verður. Tí verður mælt til, at fylgt verður við gongdini og neyðugar tillagingar gjørdar, so hvørt tørvurin á tillagingum verður staðfestur.

Ætlandi verður uppskotið grundarlag undir løgtingsviðgerð, tá nývalda løgtingið kemur saman.

Veðurlagspolitikkur Føroya 2020 - 2030

Í samandráttinum verður sagt:

Í hesum uppskotinum verður mælt til fleiri átøk at skunda undir orkuskiftið í Føroyum.

Uppskotið tekur sum heild støði í teimum tilmælum og málum, sum veðurlagsnevndin hjá ST, Intergovernmental Panel on Climate Change, IPCC, hevur sett fyri at skerja samlaða heimsútlátið av vakstrarhúsgassi við 45 prosentum í 2030.

IPCC mælir eisini staðiliga til, at heimsins lond ikki hava meira útlát í 2050 enn trø, plantur og hav kunnu upptaka.

Skotbráið er lutvíst stutt og fyri at røkka hesum, er neyðugt við greiðum átøkum beinanvegin. Tað er við hesum tilmælum í huga, at hetta uppskotið skal lesast.

Høvuðsmálið í veðurlagspolitikkinum fram til 2030 er sett í tveimum. Í fyrsta lagi verður mælt til, at Føroyar skerja sítt útlát av vakstrarhúsgassi á landi við í minsta lagi 45 prosentum fram til 2030 í mun til útlátið í 2010.

Í øðrum lagi verður mælt til, at Føroyar beinanvegin fara at seta tiltøk í verk fyri at tálma útlátið frá skipum, soleiðis at útlátið á sjónum skal vera skert 50 prosent í 2050, sum altjóða sjóferðslufelagsskapurin hjá ST International Maritime Organisation, IMO, mælir til.

Skerjingin fram til 2030 verður eftir hesum uppskoti sostatt minni, enn IPCC mælir til. Orsøkin er heilt einfalt, at skulu Føroyar skerja sítt útlát 45 prosent, vil tað í praksis siga, at vit skulu gevast við mest sum allari oljunýtslu á landi longu í 2030. Tað verður ikki hildið at vera realistiskt.

Tað verður mett skilabest, at orkunýtslan á landi og orkunýtslan hjá skipum verða viðgjørd hvør sær í veðurlagspolitikkinum, tí viðurskiftini á landi og sjógvi kunnu illa sammetast. Sum støðan er nú, eru møguleikarnir at minka oljunýtsluna frá skipum avmarkaðir, men hetta sigur kortini ikki, at skip ikki eisini skulu taka tøk.

Átøkini, ið verða skotin upp, fevna víða. Tað eru millum annað stuðulsskipanir, avgjøld og krøv, sum skulu ásetast við lóg. Mælt verður til, at uppskotini, sum politisk undirtøka er fyri at seta í verk, verða nágreinað, herundir at mett verður um tørvin á, at samfelagsbúskaparlig lýsing verður gjørd av ætlaða orkuskiftinum. Hetta kann vera viðkomandi til tess at meta um, hvussu átøkini verða sett í verk á mest skynsamiligan hátt, og hvussu tey skulu raðfestast

Altjóða granskingarumhvørvi hava skundað undir tilgongdina at finna loysnir innan reinorku umskiftið.

Roknað verður við, at tøknin á økinum fer at mennast skjótt næstu árini. Av somu orsøk er neyðugt áhaldandi at fylgja tøkniligu gongdini neyvt og gera tillagingar í átøkunum, har tað krevst. Tað er kortini neyvan sannlíkt, at tøkniliga broytingin fer fram so skjótt og av sær sjálvari, at Føroyar sum samfelag sleppa undan at taka ítøkilig stig beinanvegin.

Tað er sera týdningarmikið, at Føroyar gera munagóð átøk á veðurlagsøkinum beinanvegin, tí annars verður trupult at røkka málinum, sum er sett fyri 2030.

Eingin ivi er um, at verða eingi stig tikin nú, verður fíggjarliga avleiðingin enn størri við tíðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo