Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

- Vit ásanna, at tíðin er búgvin til eina nýggja fiskivinnulóggávu. Tó meta vit sum heild, at uppskotið er í ov stóran mun merkt av “umfordeiling” av virðum, heldur enn at vera viðvirkandi til at tryggja eina góða og mennandi fiskivinnu í framtíðini.

- Okkara sjónarmið er, at um Føroya Løgting ynskir at “umfordeila” ellla javna millum føroyingar, ella at tryggja fleiri inntøkur til landskassan, so eigur tað at vera gjørt við skattalóggávuni, og ikki einari fiskivinnulóggávu, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu í hoyringssvari til Vinnunevndina.

- Øll eru vit vitandi um, at í fiskivinnuni gongur bæði upp og niður fíggjarliga. Seinastu árini, hevur m.a. uppsjóvarvinnan gingið sera væl, og hava vit sum kommunan merkt ágóðan av hesum. Men tað hevur ikki altíð gingið væl, og verri tíðir koma heilt víst aftur, og tá koma vit at merkja tað væl í kommunukassanum. Tískil meta vit sum útgangsstøði, at tað er nú meðan tað gongur væl, at vit sum kommuna, eins og virkini her á landinum, skulu tryggja okkum fram í framtíðina, so tað eisini gerst gott at búleikast uttanfyri miðstaðarøkið í framtíðini.

- Av royndum vita vit, at tá kreppur eru í landinum, so eru tað økir sum okkara, sum primært liva av fiskivinnuni, sum vera harðast rakt.

- Fylgjandi uppskot ger í stóran mun tað umfordeilingina, at hon tekur úr økjunum norðanfyri, og deilir út aftur til miðstaðarøkið og onnur økir í landinum. Tí vil fylgjandi uppskot hava stórar avleiðingar fyri okkara økið og okkara kommunu, tá fiskivinnan aftur fer at hava verri tíðir. Tá hava vit minnið at standa ímóti við, enn t.d. miðstaðarøkið, har tann almenni geirin er miðsavnaður, og tískil hevur støðugar inntøkur, eisini tá tað gongur illa í fiskivinnuni.

- Grundleggjandi er okkara fatan tann, at tað er umráðandi og neyðugt fyri alt Føroya land, at eisini stórar og sterkar føroyskar fyritøkur eru her á landinum, sum hava orku at gera nýggjar íløgur í vinnutól og virkir, og á tann hátt menna og tryggja inntøkurnar til Føroyar í framtíðini.

- Eysturkommuna fer ikki at viðmerkja einstøku ásetingarnar í lógaruppskotinum, men vil hervið vísa á, at Føroya Løgting eigur at hava í huga omanfyrinevnda, og ikki avmarka kommunurnar uttanfyri miðstaðarøkið, her millum Eysturkommunu, nú tá inntøkurnar í uppsjóvarvinnuni eru góðar.

- Eysturkommuna vil eisini vísa á, at í høvuðsheitunum er fiskivinnuuppskotið fari at snúgva seg alt ov nógv um uppsjóvarvinnuna har tað gongur væl, og alt ov lítið um restina av fiskivinnuni, har tað í veruleikanum ikki hevur gingið væl í nógv ár. Fokus eigur at vera meir á tann partin, sum gongur illa, og skapa karmar og møguleikar fyri hann, heldur enn at niðurbróta tað sum gongur væl.

- Til seinast vil Eysturkommuna heita á Føroya Løgting um at senda lógina /kunngerðina um tilfeingisgjald til hoyringar, tá hon er búgvin til tað. Tann lógin/kunngerðin kann koma at hava sera stóra ávirkan á inntøkurnar hjá kommununum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo