At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen hava lagt uppskotið fram.

Í viðmerkingunum verður millum annað sagt, at núverandi vegur varð bygdur í tíðarskeiðinum 1936-1940 og vegastrekkið er 9,1 km langt. Hægsta punktið á vegnum er á Ørðaskarði, har tað er 278 m høgt.

- Verkætlanin umfatar ein tunnil, sum er 1200 metrar langur, við 600 metrum av vegi Ørðavíkarmegin, og 500 metrum av vegi Fámjinsmegin. Verkætlanin er mett at kosta minni enn 60 mió. kr. Tað verður tunnilstoymið, ið skal gera tunnilin.

- Forkanningar eru gjørdar, og eftir er at gera sjálva verklagslógina.

- Mong vænta og vóna, neyvan av órøttum, at ein tunnil kann bjarga Fámjin, har fólkatalið, sum fyri fáum árum síðani var yvir 100 fólk, er minni enn 80 fólk ídag. 1. januar 2017 búðu soleiðis 84 fólk í Fámjin, meðan talið longu 1. januar 2018 var minkað til 79 fólk.

- Orsakirnar til minkaða fólkatalið eru, umframt natúrliga frágongd við deyða, at ungdómur flytur burtur í lestrarørindum, og tann meira álvarsama, at nærum eingin flytur til kommununa.

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo