Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Eg undrist/øtist, at Jan Højgaard í lesarabrævi á vp.fo ákærir nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag fyri at skjóta sítt egna felag niður við - IKKI at hava VISIÓN um at fáa lógina broytta og eisini - at FRIÐHALGA sitandi samgongu fyri alt, hesi gera.

Slík ákæran, ið er ein grunn/ósonn jarðleggjan av ørðvísi hugsandi/meiningum, er tískil ein ómanslig ábreiðsla fyri egnan passivitet.

Tí mær vitandi hevur ongin nevndarlimur í Fiskimannafelagnum verið óvirkin í royndini at fáa lógina um sjófeingi broytta/tillagaða, so henda er at at arbeiða undir.

Ongin ávís politisk hugsjón/umboðan er partur - ella hevur framíhjárætt - í tí arbeiði, nevndin í Fiskimannafelagnum fæst við. Ti er tað ein VREINGJAN av veruleikanum, at ávís politisk sjónarmið verða nýtt í nevndararbeiðnum og teimum ræðfestingum, ið eru øllum fiskimonnum til gagns.

At skýra onnur visiónsleys er helst tekin um egna hálovan av fávitsku og hugmóð.

Eisini er ákæran um at skjóta egna felag niður - uttan grundgeving og dømi - tí bæði óskiljandi og uppspunnin/lygn.

At brúka nevndina/partar av somu sum jarnbrot/skálkaskjól eru tí tær beru lótir - helst í eini roynd at flyta fokus og ábyrgd frá sær yvir á onnur.

Nevndin í fiskimannafelagnum stendur ikki fyri valið og eigur tí als ikki at vera brúkt/bólkað - sum fyri - ella - ímóti - tí vali um formanssessin, sum nú er til støðutakan ímillum limirnar í Føroya Fiskimannafelag.

Vestmanna 18.12.2018
Axel Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo