Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Tiltøk

Eik Banki: Enn einaferð bjóða vit tær á gátt til áhugavert kundatiltak. Hesaferð er evnið urtagarðurin. Endamálið við urtagarðskvøldunum er at geva tær íblástur og góð ráð um hvussu tú kanst fríðka rundan um bústaðin.

  • Ert tú nýliga flutt/ur inn í nýggj hús við kørgum umhvørvi?
  • Býrt tú uppi í fjøllunum ella niðri við sjóvarmálan?
  • Hvussu eru vakstrarlíkindini, veður og vindur?
  • Kundi tú hugsað tær viðlíkahaldsfrítt øki rundan um bústaðin, ella ynskir tú tær ein urtagarð við etandi eins væl og prýðisplantum?

 Alt hetta fara serfrøðingar okkara, Rakul Dam og Pól Skarðenni, at hugleiða um og ikki minst at svara spurningum um.

Rakul Dam er útbúgvin produktiónsgartnari og er røktarleiðari hjá Skógrøkt Landsins. Í 25 ár hevur Rakul fingist við plantulívið í Føroyum og m.a. gjørt royndir við at tillaga plantur føroysk viðurskifti og veðurlag.

Pól Skarðenni er útbúgvin akademiverkfrøðingur og er listamaður. Pól hevur drúgvar royndir við urtagarðsplanlegging í útlondum, har hann m.a. hevur staðið á odda fyri gera djórahavar, summarparkir og annað náttúruumhvørvi. Somuleiðis hevur Pól eisini royndir við at ráðgeva um og tekna urtagarðar í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tekna teg her

Urtagarðskvøldini eru hesi:

Tvøroyri: Mánakvøldið 2. mai
Kl. 19.00 í kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági

Tórshavn: Týskvøldið 3. mai
kl. 19.00 í Eik Yviri við strond 2

Tórshavn: Mikukvøldið 4. mai
kl. 19.00 í Eik Yviri við strond 2

Saltangará: Mánakvøldið 9.mai
kl. 19.00 í Eik

Miðvágur: Týskvøldið 10. mai
kl. 19.00 í Eik

Klaksvík: Mikukvøldið 11. mai
kl. 19.00 í Eik

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo