Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

Hondbóltssambandið: Á samkomu í ÍSF-húsinum í dag vórðu úrvalspengarnir hjá ÍSF útlutaðir. U18-landsliðið hjá monnum fekk tillutað 300.000 kr í bólki 2.

Tilsamans vóru útlutaðar 1,8 mió. kr, og var hetta munandi meira enn undanfarna ár. Tað er serliga úrslitið í European Open, har Føroyar blivu nr. 1 av 24 liðum, sum ger, at liðið kann roknast millum heimsins bestu og harvið fáa lut av úrvalspengunum.

Játtaði peningurin ger, at U18-landsliðið kann fyrireika seg væl til komandi uppgávuna, sum er EM-kappingin í august, sum samstundis er ein undankapping til U19 HM-endaspælið í 2021 og U20 EM-endaspælið í 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo