At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

USA hevur áður givið Danmark eitt ítøkiligt boð uppá at keypa Grønland og møguliga gera tað til ein stat í USA.

Beint eftir seinna heimsbardaga vóru ítøkilig boð givin uppá Grønland, tað kom fram í eini greinarøð í Jyllandspostinum fyri 30 árum síðani.

Sambært greinini var eitt ítøkiligt tilboð á borðinum, 100.000.000 milliónir dollarar útgoldið í gulli, og tað var stjórnin hjá Harry Truman, forseta, sum gav Danmark tilboðið. Sjórnin hjá Hans Hedtoft, forsætisráðharra, var als ikki avvísandi, og ein partur av tingingunum var eisini eitt slag av makaskifti, har Danmar kundi fáa partar av Alaska í býti við Grønland. Men endin var, at onki spurdist burturúr, helst tí Danmark og USA samdust um hernaðarstøðir í Grønlandi, skrivar Jyllandsposturin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo