Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Krígsskipið USS Arlington er nú á veg móti Miðeystri og samstundis eru eisini jørð til luft rakettir á veg. Pentagon orðar seg ikki neyvt, og sigur ikki júst hvar skip og útgerð eru. Men tað er spenta støðan við Iran sum er orsøkin til, at USA økir um hermegina í heimspartinum, verður sagt.

- Skip og útgerð verða send avstað fyri at ganga iranska viljanum at fremja álop á amerikanskar herdeildir og hernaðarútgerð á møti, sigur verjumálaráðið í tíðíndaskrivinum.

Eisini flogberin Abraham Lincoln er sendur avstað. Hann fór hósdagin gjøgnum Suez veitina ávegis ímóti Persiavíkini og hevði fleiri smærri krígsskip við sær.

Í gjár boðaði USA frá, at fleiri B-52 bumbuflogfør vórðu send til eina amerikanska herstøð í Qatar.

Ein ónevnd kelda í amerikanska verjumálaráðnum segði fyrr í vikuni, at Iran hevur ætlanir um at leypa á amerikansk mál.

Mikudagin boðaði Iran frá, at tað fer at taka seg lutvíst úr avtaluni um kjarnorku, sum varð gjørd í 2015, og sum Donald Trump forseti hevur tikið USA úr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo