Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Fólk frá brandstøðini í Havn vóru liðug um 7 tíðina í kvøld at rudda upp, og Oyggjarvegurin lat upp aftur, eftir at tað um 4 tíðina seinnapartin kom eldur í ein ferðafólkabuss.

Bussurin kolaðist upp eftir lítlari løtu, men lukkutíð vóru ikki so nógv fólk í bussinum, og øll sluppu út í øllum góðum. 

Ein bólkur av íslendingum, gott 20 í tali, vóru við bussinum.

Bussurin var á veg til Havnar og var staddur nakað norðanfyri Hundsáarbotn tá eldurin kyknaði.

Magni Mouritsen frá MB Tours sum átti bussin, sigur við VP, at talan var um ein nýggjan buss sum kom til Føroya fyri stuttari tíð síðani.

- Hann var bara eitt ára gamal. Eg veit ikki, hvat kann vera hent, men tað verður nú kannað. Øll ferðafólkini hava tað gott og hava ikki fingið nakran skelk, tí tey vóru komin væl og virðiliga úr bussinum, tá eldurin kyknaði av álvara. Eg eri sjálvandi harmur, tí hetta var tann besti og flottasti bussurin hjá okkum. Men eg kann bara fegnast um, at ongin fekk nakran skaða, og at bussførarin gjørdi alt tað rætta sum hann skuldi, sigur Magni Mouritsen í stuttari viðmerking við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo