Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Synergi: Kom við á ½ ára útbúgvingina fyri skrivstovufólk, samskiparar og móttøkufólk, ÚSSM19.

Útbúgvingin er løgd til rættis, soleiðis at tú kanst taka hana við síðuna av tínum arbeiði.

Yvir 100 luttakara væl nøgdir luttakarar frá føroyskum fyritøkum og stovnum hava tikið útbúgvingina (ÚSSM).

Tú fært eina persónliga útbúgvingartilgongd, har fokus er sett á teg og tína persónligu og fakligu menning.

Tú verður búgvin og víðariment innan mest viðkomandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í starvinum og verður styrkt sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum.

Fyrsti undirvísingardagur er 6. februar 2019, men tú fært fyrsta moduli til sjálvlestur 21. januar 2019.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.

Kom við á hesa læruríku og persónligt mennandi útbúgvingina sum byrjar 21. januar 2019 (fyrsta modul er sjálvlestrarmodul). Útbúgvingin endar 14. juni 2019 við prógvhandan. Próvtøkan er sjálvboðin. Fert tú ikki til próvtøku, fært tú váttan fyri luttøku.

Útbúgvingin vendir sær til skrivarar, samskiparar, móttøkufólk, verkætlanarskrivarar, leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar, hjálparfólk á skrivstovum og onnur í líknandi størvum.

Tekna teg og les alt um útbúgvingina á www.synergi.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo