Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Tónleikur

Svein í Prestgarði er millum best kendu og væl umtóktu country- og gospelsangarum okkara.

Við sínum sangi og boðskapi hevur hann gripið mong hjørtu við fyrru fløgunum á sínum mongu ferðum í Føroyum, Danmark, Noregi, Íslandi, Grønlandi og USA.

Í august var Svein í USA og innspældi triðju fløguna, sum ber heitið "Bønarhendur".

Í hesum samandi verða fleiri útgávukonsertir kring landið. Í gjárkvøldið var tann fyrsta, og í kvøld kl. 20 verður tann næsta. Hon verður í Reinsarínum í Havn.

Greitt verður frá signingarríkum túri í USA, tá fløgan varð innspæld, og síðani syngur og spælur Svein og bólkur hansara sangir av nýggju fløguni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo