Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Boðskapurin hjá samgonguni um, at vit hava eitt javnari samfelag í dag, enn tá ið samgongan tók við, passar ikki.

Ójavnin er ikki minkaður, og tey, sum eru við sviðusoð, eru okkara eldru borgarar.

Talið av fólki í sonevndum fátækraváða er eisini vaksið undir hesi samgonguni.

Í 2015 vísti uppgerðin, at 5.130 borgarar vóru undir hesum marki.

Seinasta uppgerðin, sum er frá 2017 vísur, at talið tá er vaksið upp til 5.182 borgarar. Hægsta talið nakrantíð.

Okkara eldru borgarar løgdu lunnarnar undir okkara vælferðarsamfelag.

Tað er okkara sjálvsagda skylda at tryggja teimum eitt gott og virki lív á eldri árum.

Sitandi samgonga hevur broytt pensjónsviðurskiftini soleiðis, at fólkapensjónin er minkað, meðan útgjaldið úr Samhaldsfasta er hækkað.

Men útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skattað. Tað verður givið við aðrari hondini, meðan tikið verður aftur við hinari.

Hetta gongur ikki, serliga tá ið hugsað verður um, at eisini inngjaldið í Samhaldsfasta verður skattað.

Eg vil virka fyri:

• at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skattafrítt.

• at bøtt verður um bústaðarmøguleikarnar hjá teimum eldru.

• at øll aldursdiskriminering verður avtikin, m.a. aldursmark viðvíkjandi fráfaringaraldri.

• at tað altíð loysir seg hjá øllum, eisini eldri, at arbeiða longst og mest møguligt.

• at pensjónin skal ávirkast minst møguligt av eyka inntøku fyri arbeiði.

• at fleiri eldrabústaðir vera fyri lægst møguligan prís.

• at loyvt verður felagsskapum (og ikki bert tí almenna) at byggja eldrabýli, sum eldri kunnu keypa og selja eftir tørvi.

Christian Andreasen
valevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo