Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Vinna

Og nøgdirnar teir fáa og flakaskera eru stórt sæð tær somu sum áðrenn Vørn kom inn í myndina og gjørdi sínar kanningar, og loyvini vóru útskrivað við treytum.

Tað sigur ein, sum VP hevur tosað við, men sum ikki ynskir at vera nevndur.

- Gott nokk hava vit fingið onkrar broytingar við loyvunum, men hvør hevur eftirlit við, at tær treytirnir eru hildnar, sum loyvini áseta, spyr viðkomandi, sum eisini kunnar um, at í kvøld fara stóru týsku bilarnir avstað aftur við Norrønu.

- Sambært loyvinum sum bátarnir fáa, so kann hvør útlendingur taka eini 20 kilo við sær, men verður tað kannað, tá ið útlendingarnir fara avstað, verður spurt.

VP hevur ringt til VØRN og spurt um kanningar verða gjørdar, tá ið útlendsku veiðimenninir fara avstað aftur við "fólksins ogn", og er svarið frá VØRN, at tað verður ikki upplýst um.

Les eisini:

VØRN kannar týsku ferðamenninar í Porkeri

Ferðamenninir aftur góðan fiskiskap í dag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo