Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Nú vísa tøl hjá Búskaparráðnum, at útreiðsluvøksturin hjá tí almenna hevur tvísporað uppeftir frá einum vøkstri á 1% í 2015 til ein vøkstur á 9% í 2016.

Talan er um ógvusligan vøkstur í almennu útreiðslunum nú Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin sita við róðrið.

Frá 2015 til 2016 eru almennu útreiðslurnar vaksnar við 411 mió. kr.

Og framrokningarnar vísa, at almennu útreiðslurnar vaksa við 679 mió. kr. fra 2015 til 2018, sum svarar væl til danska blokkin Føroyar móttaka árliga.

Les alla frágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo